Ingi Olsen venjari: Nú eru vit ímillum 24 tey bestu liðini

ítróttur08-01-2017 - 23:18 - Jóanis Nielsen

 Vit hittu Inga Olsen - sum er ein av venjarunum hjá U-21 liðnum, sum spældi seg til HM í kvøld, vit settu honum nakrar spurningar.

Hevði tú væntað hetta áðrenn kappingin byrjaði?

Nei, vit eru sitaðir til at liggja næstaftast, vit vónaðu, nú Sveis vóru skerdir, at geva teimum ein skarpan gang, men at fyristilla sær, at vit fóru at koma beinleiðis til eitt HM - nei, tað hevði eg ikki fyristillað mær.

Hvat sigur tú um dystin?

Nei, sum eg segði áðrenn, so hevur Finnland heldur ongantíð verið í hesi støðuni, vit vóru sitaðir niðast og næstniðast. tað eru vit vanir við, men at koma at leika um 1. plássið tað var spennandi. Bæði liðini vóru ógvuliga spent og gjørdu nógvar feilir, men av tí at vit kenn betur hvønnannan - okkara spælarar kenna øðiliga væl hvønnannan - aftur í dag traðka øðiliga nógvir til, teir eru fantastiskir. Vit klára at halda stóru finnunum aftanfyri okkum allan dystin. Tað vóru 4 mál leingi í seinna hálvleiki, tá skuldu teir heinta 6 mál, tí máttu teir royna okkurt, og tá veit man, at antin gongur tað ella gongur tað ikki

Tað einu løtuna fingu tit einki mál í 7 minuttir, hvat hendi tá?

Ja, vit royna og leita eftir møguleikum - Fríði verður øgiliga troyttur - Áki og Kjartan royna at skifta, so menn eru troyttir tá, men tíbetur skift, kanska eitt sindur seint, tí vit royndu at spara og spara, men av tí at finnar ikki klára at straffa okkum tá, og vit kláraðu skiftini, so kostaði tað teimum í hinum endanum. Tað gjørdist eitt sindur rokut, vit fingu ikki skjótálopini at rigga.

Hvussu verður til HM í summar?

Jú, tú kanst prøva at hyggja hvør luttekur, tað eru tær allar størstu hondbóltstjóðirnar, so realistiskt sæð, tá ið vit eru sitaðir í 3. ovasta bólki, og tey allarflestu liðini, sum koma til HM, eru sitaði í ovasta bólki, so er givið, at tað verður torført, men nú eru vit so ímillum 24 av heimsins bestu, tað hava vit ongantíð verið í nærnáminda fyrr - so spennandi verður, segði ein sera vælnøgdur Ingi Olsen, við JN.fo eftir sigurin á finnum í kvøld.