Mynd: AG.gl

Ingi og Grønland nærkast HM

ítróttur18-06-2018 - 18:46 - Jóanis Nielsen

HSF: Grønlendska manslandsliðið við Inga Olsen sum landsliðsvenjara hevur lagt bragdliga fyri í Pan American Handball Championship. Grønland hevur vunnið báðar sínar dystir.

Pan Am, sum kappingin eisini verður rópt, er ein kapping millum lond í Karibia, Suðuramerika, Noðuramerika og Grønland. Trý tey fremstu londini í kappingini vinna sær luttøku í HM-endaspælinum í januar.

Leygarkvøldið vunnu grønlendingar sannførandi á Kolumbia. Úrslitið var 35-24. Í gjárkvøldið vann Grønlandi á Paraguai. Úrslitið var 35-22. Kappingin er í Nuuk.

Ingi Olsen sigur við grønlendska blaðið Sermitsiaq, at hann hevur hvílt nakrar spælarar, so teir kunnu spæla við fullari megi ímóti Uruguai í kvøld.

– Dystirnir ímóti Kolumbia og Paraguai hava víst, hvat riggar og hvat ikki riggar. Eg vænti, at vit kunnu vinna á Uruguai, men tað verður ein munandi truplari dystur, sigur hann við blaðið.

Grønland er í bólki saman við Uruguai, Kolumbia, Paraguai, Kanada og Brasilia.

Í hinum bólkinum eru Argentina, Kuba, Kili, Puerto Riko, Guatemala og Peru.

Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki vinna seg víðari í hálvfinalurnar. Tað verður hildið, at Argentina og Brasilia eru sterkastu liðini í kappingini.

Føroyski venjarin í Grønlandi vónar, at tað fer at eydnast at spæla seg til HM-endaspælið.

– Tað verður trupult at enda millum tvey tey fremstu liðini, men vit trúgva upp á triðja plássið. Alt skal tó ganga upp í eina hægri eind, um tað skal eydnast, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq.

Grønland spælur ímóti Uruguai í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 23.00 føroyska tíð. Dysturin sæst á heimasíðuni hjá grønlendska kringvarpinum,www.knr.gl.