INGEMARS á Dansibandsfestivalin 2020

mentan29-11-2019 - 23:51 - Jóanis Nielsen

Nú er greitt, at eitt av allarkendastu dansibandsorkestrunum í Norðurlondum norsku INGEMARS koma á Dansibandsfestivalinum í Vági 2020.


Ingemars hevur síðani á vári 1986 ferðast kring allan Heim við sínum einastandandi dansibandstónum. -Og komandi ár í mai gongur leiðin so til Vágs, har Ingemars fer at spæla til dans á Dansibandsfestivalinum.

Ingemars eru mannaðir av:
Terje Ingemar Larsson, sangur og gittar
Steve Andersson, sangur og bass
Odd Arne Sørensen, harmonika og klaver
Geir Paulsberg, gittar
Håkon Aasheim, trummur
Karl-Arne Sjøhaug, steelgittar og gittar

Umframt Ingemars, so fara eisini norsku Contrazt eisini at spæla á Dansibandsfestivalinum í Vági - og verða hetta høvuðsnøvnini á Dansibandsfestivalinum 2020.

Atgongumerkir kunnu keypast í forsølu á billett.fo