In.fo ber út ósannindi

mentan12-04-2017 - 22:38 - Jóanis Nielsen

Eg havi ongantíð verið úti fyri slíkum áður, sum in.fo her hevur gjørt! Veit ikki um slíkt heldur!

Áki Bertholdsen legði kl. 09:13 í morgun (12. apríl 2017) út tíðindi á in.fo við yvirskriftini ”Samkynd hjúnaløg fara at fella kirkjuna”.

Eg eigi ikki yvirskriftina. Eg eigi ikki vinklingina. Og eg havi ikki sent Løgtinginum skriv á hesum sinni.

15. mars 2016 sendi eg áheitan á Løgtingið viðv. samkyndum hjúnalagi. Og í morgun hevur Áki Betholdsen við grein, sum er meira enn árs gomul, vavt meg inn kjakið, har málið viðv. samkyndum hjúnalagi nú er – og tað, uttan at hava verið í sambandi við meg.

Eg veit satt at siga hvørki, hvat eg skal meina ella siga um hesa gerð og hetta arbeiðslag...?

Øllum stendur í boðið at kanna trúvirðið í tí, in.fo nú hevur lagt út, við einfalt at spyrja onkran á Føroya Løgtingi, um viðkomandi skriv frá mær viðv. samkyndum hjúnalagi seinastu dagarnar.

Hvat endamálið hjá in.fo er, veit eg ikki. Eg kann bara gita.