
Tvey smærri ferðsluóhapp hava verið í kvøld
top21-01-2021 - 22:55 - Jóanis Albert Nielsen
Landsverk boðar frá, at tað er hált í støðum kring alt landið.
Tvey smærri ferðsluóhapp hava verið í kvøld verður sagt at løgreglustøðuni í Havn. Ein bilur er farin útav á Vatnavegnum í Vágum, sum myndin eisini er av.
Hin bilurin var farin útav millum Velbastað og Gomlurætt.
Av løgreglustøðuni verður sagt, at í báðum óhappunum vóru førarnir einsamallir í bilunum, eingin fólkaskaði, men bert bilarnir hava fingið skaða.