
Mynd: Gunnar á Steig.
Sjúrðarberg kemur á Klaksvík á middegi
vinna20-11-2020 - 09:13 - Jóanis Nielsen
Sjúrðarberg, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, kemur á Klaksvík á middegi, teir hava 315 tons í flaki, sum verður landað í Klaksvík.
Sjúrðarberg fór avstað 6. september, tað var smáligur fiskiskapur fyrra part av túrinum.
Tað eru 28 mans við Sjúrðarbergi, skipari er Rólvur í Nornástovu.