
Mynd: Reidar Simonsen.
Tummas T. kemur á Tvøroyri í nátt
vinna29-10-2020 - 21:27 - Jóanis Nielsen
Tummas T., sum hevur fiskað í íslendskum sjógvi, kemur á Tvøroyri tíðliga í nátt við 950 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.
Virgar Fagraklett skipari sigur við okkum á JN.fo, at teir sleppa framat at landa í morgin, tá ið liðugt er at landa Trónda í Gøtu.