
Finnur Fríði skal landa á Tvøroyri
Vinna21-10-2020 - 07:54 - Jóanis Albert Nielsen
FInnur Fríði kemur á Tvøroyri í dag eftir at hava verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Finnur Fríði sleppur framat at landa, til Varðan Pelagic, tá ið liðugt er at landa Trónda í Gøtu.
Finnur Fríði hevur henda túrin fiskað 1700 tons av sild.