Arctic Voyager er komin á Fuglafjørð

Vinna18-10-2020 - 10:31 - Jóanis Albert Nielsen
Arctic Voyager, sum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, kom í gjárskvøldið á Fuglafjørð har teir landa til Pelagos.

Arctic Voyager hevur henda túrin fiskað 1200 tons av sild, og liggur støddin um 400 gramm í miðal.

Arctic Voyager landar til Pelagos, Vestmanna Seafood og virkið í Hvalba.