Nýggjastu


Eg haldi ikki at sýðslumenn hava nakra orsøk til at ganga og stúra

mentan09-07-2020 - 15:40 - Jóanis Nielsen

Viðmerking. til grein hjá Finnboga Midjord á portal.fo


Eg dugi onga orsøk til at síggja hví sýðslumenn skulu ganga og stúra til grindaboð verða aftur.
Tað eru aðrir møguleikar so sleppast kann undan stórum fólkamongdum,
Ein av hesum er at lata alt fara til heimapartar, her sleppa vit undan at fólk møta í stórum tali at taka ímóti seðlum og at skerða upp.
Hesari uppgávuni tekur kommunan sær av og hevur góðan møguleika at skipa arbeiði soleiðis, at smittuvandi er lítil og eingin,
Og skuldi tað vilja illa til, so er nemt at uppspora.
Ein annar møguleiki kundi verið í samband við drápspartar, at seðlarnir blíva innskannaðir og lagdir út á netið,
So kunnu fólk sjálvi fylgja við og síggja hvønn hval tey hoyra til, osfr.
Møguleikarnir eru fleiri, tað er bara at koma í gongd,
Alt er møguligt um viljin er til staðar.

Blíðar heilsanir
Heri Petersen, grindaform. í Skálabotni