Nýggjastu


Tíðindarskriv frá Team Rynkeby Føroyar

ítróttur09-07-2020 - 13:00 - Jóanis Nielsen

400 km kring Føroyar

Nú tveir dagar eru farnir, síðan Team Rynkeby endaði túrin kring Føroyar, hava súkklararnir upplivað landið undir ymiskum umstøðum. Hesar dagarnar hava súkklararnir upplivað, hvussu fjølbroytt veðrið er, og hvussu skjótt tað kann skifta. Tey hava súkklað 120 km í oysandi regni og í køldum og hørðum mótvindi, og tey hava upplivað hvussu tungar brekkurnar Føroyum veruliga eru, og tí kunnu súkklararnir freistast til at halda, at fleiri mótbrekkur enn undanbrekkur eru. Tó eru brekkurnar og ringa veðrið skjótt gloymd, tá ið tey síggja fólk standa framvið vegnum og veittra, og tá ið tey uppliva samanhaldið og endamálið við túrinum.

Á túrinum vitjaði liðið nakrar av stuðlunum, m.a. Vágs kommunu, sum handaði ein kekk, og Sunda kommunu, sum skipaði fyri móttøku. Á móttøkuni kunngjørdi Eyðstein Zachariassen, næstformaður í EB/Streymi, at allur innkomin peningur frá atgongumerkjasøluni til heimadystin ímóti HB sunnudagin 12.juli, fer óskerdur til Team Rynkeby Føroyar.

Sigast kann, at á árliga túrinum úr Hirtshals til París eru hæddarmetrarnir uml 4300 metrar, men hesar fýra dagarnar í Føroyum vóru hæddarmetrarnir 5700 metrar, so súkklararnir hava stríðst og traðkað. Hóast brekkurnar, hæddarmetrarnir og kalda og váta veðrið gjørdu sítt, so varð alt gloymt, tá ið tey komu á mál í Havn týsdagin og hoyrdu „Mítt vakra Føroya land“ ljóða í bakgrundini.