Nýggjastu


Myndirnar eru tiknar í sama sekundi

28-01-2020 - 10:22 - Jóanis Albert Nielsen
Gjáramorgunin gekk toran ógvusligt í Vágum. Í gjár vístu vit til eitt filmsbrot, sum Magnus á Stongunum hevði tikið. Vit hava nú klipt tvær myndir úr filmsbrotinum, og eru tær tiknar í sama sekundi. 

Hevði man ikki vita betur, so skuldi man trú at ovara myndin var tikin ein gráan seinnapart, men tað er hon so ikki. Myndin er tikin klokkan fimm gjáramorgunin, og er frá sama sekundi sum niðara myndin.

Sí filmsbrotið her.

Les eisini: nógvir skaðar í Vágum av tá toran gekk.

Sí eisini: Filmsbrot: Toran slær niður í Miðvági.