Nýggjastu


Mynd: Harald Bjørgvin

Kyndil vann 26-25 á KÍF

ítróttur07-12-2019 - 22:01 - Jóanis Albert Nielsen
KÍF tók í kvøld ímóti Kyndli í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti. Talan gjørdist um ein spennandi dyst, sum Kyndil fekk eina nógv betri byrjan uppá.

Tað gingu 10. minuttir áðrenn teir reyðu úr Kollafirði fingu sítt fyrsta mál, og tá høvdu teir grønu úr Havn longu fingið 6 mál. Støðan var tá 1-6. Tá ið 17. minuttir vóru leiktir vóru trý mál á muni, og var støðan 5-8 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 12-15. 

Tað gingu 8. minuttir av seinna hálvleiki so var javnleikur í Kollafirði 16-16, men so fór Kyndil frá aftur, og eftir 14. minuttir var støðan 16-19. KÍF javnaði til 25-25 í 59. minutti, men tað var eisini seinastu ferð teir fingu mál. Kyndil fekk eitt mál afturat, og vann dystin 25-26.

Málskjúttar: 
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 13, Rúni Joensen 4, Nicklas Selvig 3, Hjalti Matras 2, Hørður F. Sigtórrson 2 og Atli Hammer 1.
Kyndil: Anders Risdal 11, Hjalti M. Jacobsen 5, Rógvi Dal Christiansen 3, John í Innistovu 2, Tróndur Wardum 2, Janus Jacobsen 1, Tummas Pauli Hanussarson  og Kristoffer Bjørgvin 1.