
Eivind kemur heim undan Eystur-Grønlandi
vinna08-10-2019 - 19:37 - Jóanis Nielsen
Línuskipið Eivind, sum hevur verið til fiskiskap við Eystur-Grønland er nú áveg heim, tí fiskiskapurin var so vánaligur, eisini var veðrið ikki til vildar við Eystur-Grønland.
Jan Vang skiipari sigur við JN.fo, at teir koma at royna við Føroyar.
Eivind verður á fiskileið við Føroyar hósdagin.