Er hetta tað vit vilja

Politikkur07-07-2019 - 20:14 - Jóanis Albert Nielsen

Tá vit fóru undir at nýta plastik í gerandisdegnum, varð alt nógv lættari.
Tað varð lættari at goyma matin. Vit keypa plastik. Vit gjalda við plastik. Tað, sum vit keypa, bera vit heim í plastikposa. Vit lata okkum í plastik. Vit “planta” tað inn í kroppin. Børnini spæla við plastik. Tað gera vaksin eisini. MEN so vórðu djórini ílatin plastik. Tey vórðu fóraði við plastik. Árliga eta vit sjálvi upp ímóti 11 mill. microplastik. Tey seinastu 50 árini er framleiðslan av plastikki eksplodera frá at vera 15 mil. tons í 1964 til 348 mil. tons í 2017. Um verandi nýtsla av plastikki heldur áfram, verður framleiðslan tvífalda um minni enn 20 ár. Meira enn helvtin av øllum plastikkinum, sum er framleitt, finnst enn í náttúruni. Í hesi løtu, ímeðan tú lesur hetta, verða umleið 1 mill. plastikfløskur seldar um allan heimin. Plastikleivdur enda í havinum ymsastaðni frá. Ein rapport frá 2016, sum FN’s Miljøprogram og miljøorganisation UNEP hevur gjørt sigur, at 80% kemur frá virksemi á landi, hini 20% koma frá virksemi á havinum. Tað skal nokk gerast nógv fyri at koma allari plastdálking til lívs. Eitt kundi verið at koyrt pant á øll sløg av plastíløtum. Í dag er pant á ávísum fløskum. Pantmóttøkur skulu setast upp allastaðni í Føroyum, lætt atkomuligar fyri øll. Pantprísurin skal hækkast munandi, so tað kann loysa seg at samla plastikíløt av øllum slag. Ein og sama pantmóttøkan skal kunna taka ímóti øllum sløgum av plastikíløtum, so tað slepst undan at fara fleiri støð, tá hetta skal innleverast. Onkusvegna kundi hetta verði privatsera, so tað kundi verið livibreyðið hjá onkrum og samstundis ein nýggj vinna. Eg havi, saman við fleiri, staðið á odda fyri ruddingini á Kongshavn í fleiri ár. Sí link: https://www.facebook.com/pg/Kongshavnar-Fr%C3%ADt%C3%ADðarsiglarar-1600864080235580/photos/?tab=album&album_id=2079386699049980&__xts__%5B0%5D=68.ARCXp-tgFcaRmPYgIQyJxwUD9PK1bDnMMT8KFNXqbVB-znAXbU5Kv3fXasJG2ai_ZGzTM5GCSN_80F6msRck46SefmiurDMrZljaKN0lPt1XyjNloOnMjixOi9lh-_oAF9D5DmRMoV9O34xS_Ta9xYypWZMuYiUahRm9YZiNa8eITJlWQ54cOYazOlmd5L44qxfFM6cieDZpGkkG09znzmAtnG44gWVOUz14FNMl-T0pSxKMhuNtwlBbEqO6mjRDQBC1X04_B-aaPctWYlMN2hHagNajDFofFhMVmmjbI6eB6KhyI2Ss6GVHVKm7rrXnDSpWCGgLm2AZ3MoBESitPcJ8F2OQ8jZhuFlhczvXpv96i7vVC1n-DUZCectLGFySSwcBtaz1ARERjc0_aTKbeaRzyDJuaOKLlHlRZfceHKPE2fsPmYot4qzfVMestBs1D19wcqnfFld9rZe-bEXx&__tn__=-UC-R
Vel meg til løgtingsvalið 2019, og vit møtast við pantmóttøkuna. Jonhard Danielsen, valevnið Fólkafloksins