G! festival skráin klár

Mentan06-07-2019 - 22:20 - Jóanis Albert Nielsen

Um 5 dagar byrjar ársins G! festivalur og endaliga skráin er nú klár. Á skránni eru 70 ymisk tiltøk og konsertir.
Tak skránna niður her: https://gfestival.fo/92

G! Festival og Sona samstarva um kunningarátøkini á G! 2019. Tak Sona appina niður og fylg við.

Fyri mong byrjar festivalurin longu mikudagin, tá tjaldingarøkið letur upp kl. 16, har tjaldarar skipa fyri rapp konsert longu mikukvøldið.

Ger tær lívið lætt og fá armbandið ásett longu áðrenn tú kemur inn á økið. Armbond verða ásett í SMS, á Magn við Ringvegin, Magn í Gøtudali og í Tøting. Sí meira kunning á gfestival.fo.