Hoyvík er komin inn

Vinna12-05-2019 - 15:57 - Jóanis Albert Nielsen

Hoyvík kom tíðliga seinnapartin á Fuglafjørð har teir skulu landa svartkjaft til Havsbrún.

Hoyvík hevur henda túrin fiskað 1300 tons av svartkjafti suður úr Føroyum, sum teir í løtuni landa til Havsbrún.