
Christian í Grótinum kemur fullfermdur á Fuglafjørð
vinna07-01-2019 - 09:05 - Jóanis Nielsen
Christian í Grótinum, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi, setti í gjárkvøldið kós norðuryvir fullfermdur av svartkjafti - 2.500 tons - sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð við skiparan seint í gjárkvøldið, Páll Klein Rasmussen segði, at fiskiskapurin hevði verið góður um vikuskiftið, har royna 3 føroysk skip og 2 russisk skip.
Christian í Grótinum verður á Fuglafirði fyrrapartin, teir sleppa tó ikki framat at landa fyrrenn á midnátt týskvøldið.