Á myndini eru :

Frá vinstru, Eydna, Belinda, Astrid, Anne Marie, Leika, Marit, Bjørk og Lotte.

Ikon-máling og djúphugsan í Mykinesi

mentan26-09-2017 - 20:00 - Jóanis Nielsen

7 kvinnur hava í 6 dagar málað ikonir í Mykinesi. Í kvøld er framsýning av málningunum í kirkjuni har úti.

Raska kvinnan ið hevur undirvíst í Mykinesi hesar dagarnar nevnist Anne Marie Valton, Anne Marie er norsk, men býr í Danmark. Hettar er 5. ferð at Anne Marie er í Føroyum og heldur skeið, tað sigur Bjørk Gudmundsen úr Mykinesi í kvøld.

Anne Marie hevur eina heimasíðu, har kann man fáa meir at vita um ikon máling.
www.ikonmaling.dk

Sí myndir frá framsýningini niðanfyri.