Ikki nógv sild at síggja vestanfyri Føroyar

vinna13-06-2017 - 10:53 - Jóanis Nielsen

 Skipini Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Norðborg hava leitað eftir sild vestur ímóti íslendska markinum og norður við makrinum, men tað var ikki nógv at síggja. Teir hava verið har í nakrar dagar, men avgjørdu í gjárkvøldið at gevast, teir eru í morgun staddir eystanfyri Føroyar og fara á svartkjaftaveiðu.