Smábarnapápi í sóttarhaldi

corona19-03-2020 - 13:34 - Jóanis Nielsen

Eg vildi og vil ikki at míni børn skuldu vita, at pápi teirra situr í sóttarhaldið testaður positivur við Covid-19.
Og hví vil eg ikki tað? tí hvat gott fáa tey brúkt tað til?
Einki!
Uttan at gera sær sínar egnu tankar um hvat fer nú at henda við babba?
so míni børn hava fingið at vita, babba er til arbeiðis og kemur ikki heim fyrrenn um nakrar dagar.

Men hvat, børn tosa um tað tey hoyra millum vaksin, útvarp og sjónvarp v.m!
T.d hevur Rúni fingið ein spurning " er tú keddur av at pápi tín hevur corona?"
Børnini eru umskyld, tí tað er einki at hoyra uttan neyð og elendigheit á netinum útvarpinum og sjónvarpinum.

Mítt ynski er at fólk hugsa seg um - hvat tey tosa um og hvat fyri oyru hoyra, tí so at siga øll børn eru heima í dag, og tað heita evni er Covid-19 !

Tað er sum um fólk kappast um, at vita hvør er tann fyrsti at deila ringastu tíðindini. Heldur enn at royna at deila okkurt meira jaligt.

Tó at hetta rakar okkum øll á ymiskan hátt , so havi eg tað gott, og min tilstandur er góður , hóast at røddin er ikki er 100%, gott er.
So segði hann" okkurt skulu tómar hendur gera.

Til tykkum øll passi væl uppá tykkara nærmastu, við at halda tykkum uppá avstand, vaski hendur væl og spritti væl.

Meinhard Winther