Nýggjastu


ÍF venjarin: Spenningur fyri framman

ítróttur12-04-2018 - 13:13 - Jóanis Nielsen

Flogbóltsfinala – menn:- Vit hava havt eitt gott ár, sum vit eru sera væl nøgdir við. Nú taptu vit steypafinaluna, og tí vilja vit øgiliga fegnir vinna meistaraheitið, sigur Boban Ilic, venjari hjá ÍF, sum í dag fer at spæla finalu móti Mjølni.

Seinastu nógvu árini hevur ÍF verið eitt av oddaliðunum í mansflogbólti her á landi. Og hóast liðið beint nú er í einari broytingarfasu, har nýggir leikarar vera settir við, endaðu fuglfirðingar væl og virðiliga ovast í grundspælinum í landskappingini.

ÍF fekk tilsamans 40 stig, átta meira enn Mjølnir á øðrum plássi og 12 fleiri enn Fleyr á triðja plássi.

Í dag og leygardagin skulu fuglfirðingar so royna at vinna teir báðar seinastu dystirnar, so meistaraheitið endar í Fuglafirði, júst sum ætlanin hevur verið alla tíðina.

Fleiri skaðar, men eitt gott lið

Tað verður tó kanska ikki heilt so lætt og einfalt, sum venjarin kundi ynskt sær. Fleiri leikarar dragast við skaðar, og tí verður neyðugt við broytingum á liðnum.

- Tað er óheppið, men vit mugu arbeiða við tí, sum vit hava at arbeiða við, sigur Boban Ilic.

Hann veit væl, at trýstið liggur meira á fuglfirðingum, og hann roynir heldur ikki at renna undan tí.

- Vit hava eitt gott lið, og sjálvt um liðið er skert av skaðum beint nú, fara vit á vøllin fyri at vinna. Vit hava eisini havt rímiliga gott tak á Mjølnir í ár, og tí trúgva vit sjálvandi uppá, at vit klára at fáa meistaraheitið til Fuglafjarðar, sigur venjarin.

Taptu steypafinaluna

Fyri einum góðum mánaði síðan spældu fuglfirðingar steypafinaluna, sum teir taptu. Tað var sjálvandi ein strika í rokningini, men ósigurin kom ikki so óvart á venjaran hjá ÍF. Undan tí dystinum var hann realistiskur og legði dent á, at talan var um eitt sera roynt SÍ-lið, sum hevði nógv at taka av.

- Finalan vísti okkum eisini, hvør dugur er í teimum. Teir spældu ein sera góðan dyst og vunnu uppiborið, hóast vit veruliga royndu alt okkara. Men talan er jú eisini um frálíkar flogbóltsleikarar í besta aldri, sigur Boban Ilic.

Mjølnir annað grundarlag
Hesin dysturin er øðrvísi í so máta. Mjølnir kann ikki samanberast við SÍ, tí klaksvíkingar hava eitt annað grundarlag.

- Eg vóni, at teir hava allar spælarar tøkar, so áskoðararnir fáa tveir góðar finaludystir. Vit fara í øllum førum at gera okkara ítarsta fyri at finna og eg eri vísur í, at Mjølnir fer at gera tað sama, sigur Boban Ilic.

Fyrra finalan verður leikt í Stórhøllini á Hálsi í kvøld klokkan 20 og tann seinna verður leikt seinnapartin leygardagin, klokkan 16.00.