Mynd: Eysturkommuna.

Íbúðirnar í Leirvík reistar

vinna09-08-2017 - 17:59 - Jóanis Nielsen

Nýggju íbúðirnar, sum verða bygdar á ferjuleguni í Leirvík, vórðu reistar í góðveðrinum í gjár. Talan er um fimm íbúðir, sum John David Joensen hevur latið byggja.


Áhugin fyri nýggju íbúðunum var stórur, og tær vóru allar seldar uppá stutta tíð, tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.