Íbúðir í Sørvági handaðar til Bústaðir

06-03-2021 - 08:44 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár vóru íbúrðirnar í Sørvági handaðar til Bústaðir og eru tí klárar at vísast fram fyri komandi leigarum.

Í hesum sambandi skipaði Bústaðir fyri hugnaløtu fyri øllum sum vóru partar av verkætlanini. Jóhan Mikkelsen helt lív í, við góðum tónum.

Vit í Westtech vilja takka Bústaðir, Sørvágs kommunu og undirveitarum fyri gott samstarv, sigur Westtech í tíðindaskrivi.