Íbúðarbygging á Óðinshædd

Vinna18-11-2019 - 16:32 - Jóanis Albert Nielsen

Verkætlanin Óðinshædd 2, sum er higartil størsta verkætlan hjá Bústøðum, er nú komin væl ígongd. Talan er um 70 íbúðir í eini verkætlan ið er býtt sundur í fýra byggistig. Tær 10 íbúðirnar, sum eru í byggistig 1, eru nú innilokaðar og verða nú fyrireikingar gjørdar til næstu byggistigini.

Í 2016 vórðu tær 22 íbúðirnar ið eru vestanfyri á Óðinshædd, tiknar í nýtslu. Tað var Sp/f Bulur, sum stóð fyri byggingini av íbúðunum, sum Palli Gregoriussen hevði teknað. Meðan tær vórðu bygdar, eydnaðist tað Bústøðum at keypa trý grundøkir eystanfyri á Óðinshædd, í alt góðar 9.500 fermetrar, frá privatum fyritøkum og frá Tórshavnar kommunu.

Verkætlanin, sum nú er ígongd, er teknað av Sp/f Kontrast og er tað Sp/f Húsavarðatænastan sum er heildararbeiðstakari. Tær 70 íbúðirnar eru býttar upp í 60 íbúðir á 80 fermetrar og 10 íbúðir á 40 fermetrar. Ein partur av íbúðunum verður eftir ætlan seldur frá sum lutaíbúðir. Nærri verður kunnað um hetta fyrst í komandi ári.

Bústaðir væntar, at byggistig 1 kann takast í nýtslu á sumri 2020, meðan øll byggingin eftir ætlan verður liðug í 2022.