Savnsmynd

Í Vágum velja vit fremmandafólk at umboða okkum

Politikkur24-08-2019 - 10:09 - Jóanis Albert Nielsen

Atkvøðubýtið millum lokal valevni og onnur á Løgtingsvalinum í 2015 prógvar hetta í ólukku mát.

Bert góð 45% av Vágafólki høvdu so frægt álit á okkara lokalu valevnum, at tey atkvøddu fyri teimum, meðan heili 55% atkvøddu fyri fremmandum valevnum ella listanum.

Í valstaðnum í Sørvági var tað so frægt, at har atkvøddu 54% fyri lokalum valevnum, meðan 46% atkvøddu fyri fremmandum valevnum ella listanum.

Í valstaðnum á Giljanesi var heilt bedrøviligt. Har atkvøddu bert 41% fyri lokalum valevnum, meðan heili 59% atkvøddu fyri fremmandum valevnum ella listanum.

Eg má bara spyrja, halda vit okkum í Vágum vera so vánalig, at vit noyðast at velja fremmandafólk at umboða okkum???

Ella er tað lættari at velja tey, tí vit ikki kenna tey og teirra veikleikar???

Ikki rokni eg við, at hesi fremmandu hugsa nógv um lokaløkið her vesturi, tað haldi eg vera sjón fyri søgn. Mær vitandi er bert ein millión játta til arbeiði her vesturi í 2019. Hon verður brúkt til súkklubreyt á Leitinum í Sandavági.

Vóni at okkara lokalu valevni fáa fleiri atkvøður á løgtingsvalinum komandi oyggj okkara at frama.

Gott val!!!

Georg H. Hansen

Gerðisgøtu

Miðvági

Nb: Tølini havi eg frá kvf.fo/val

Í Vágum velja vit fremmandafólk at umboða okkum
Løgtingsvalið 2015. Atkvøðubýti millum lokal valevni og onnur
Flokkur Fólkafl. Sambandsfl. Javnaðarfl. Sjálvst.fl. Tóðv. Framsókn Miðfl.
Giljanes
Býtið Tilsamans %
Lokal 191 173 88 0 51 0 13 516 40,82
Listi + fremmand 137 118 192 42 169 42 48 748 59,18
Í alt 328 291 280 42 220 42 61 1264 100,00
Sørvágur
Býtið Tilsamans %
Lokal 153 104 52 0 38 0 20 367 53,65
Listi + fremmand 38 61 107 13 56 21 21 317 46,35
Í alt 191 165 159 13 94 21 41 684 100,00
Vágoyggin
Býtið Tilsamans %
Lokal 344 277 140 0 89 0 33 883 45,33
Listi + fremmand 175 179 299 55 225 63 69 1065 54,67
Í alt 519 456 439 55 314 63 102 1948 100,00