Í tjóðbúnan á flog við tjóðarfelagnum

Mentan21-09-2017 - 13:43 - Jóanis Albert Nielsen

Atlantic Airways hevur lagt hetta út á sín Facebook brúkara: 81 ára gamli Torbjørn Joensen var uttan iva best klæddi harrin umborð á Williami í gjár. Hann elskar at ferðast, og hvørja ferð, hann fer á flog, letur hann seg í føroysku klæðini. Er hann ikki fínur?


Torbjørn er her avmyndaður í stýrhúsinum saman við versoninum, Jóan Paula Olsen, og flogskiparunum Rúna Højgaard og Jóhan Vágadal á veg heim til Føroya.