Í royting í Lítlu Dímun - myndir

mmentan08-07-2020 - 12:13 - Jóanis Nielsen

30 menn og kvinnur vórðu í Lítla Dímun í gjár. Ættin var útnyringur/norðan sum ikki er besta ætt, men summar er og veðrið var sera gott á landi og góð gonga.

Tað var uml. lamb uppá ærina og væl fyla. Seyðurin er hampuliga væl fyri, sigur Poul Poulsen, sum eisini hevur tikið myndirnar.