Í morgin og leygardagin verða 11 væl umtókt ferðamál í Føroyum stongd

Vinna25-04-2019 - 10:21 - Jóanis Albert Nielsen

Í samband við “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism” átakið hjá Visit Faroe Islands 26. og. 27. apríl, verða 11 ymisk ferðafólkastøð kring landið stongd fyri allari vanligari ferðslu. Forboðsskelti verða sett upp og møguliga verður eisini vaktarhald, so tað verður tryggjað, at fólkaferðsla ikki órógvar arbeiðið á hesum støðum.

Visit Faroe Islands heitir tí á allar føroyingar, veitarar, ferðaskrivstovur og kunningarstovur um at beina alla ferðslu burtur frá hesum støðum, so arbeiðið kann fara fram ótarnað. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir støðini, ið verða stongd hesar báðar dagar.

Endamálið við átakinum er at umvæla og seta øki í stand, sum dagliga hava stóra ferðafólkavitjan og harvið eisini hava upplivað ávíst slit. 100 ferðafólk úr øllum heiminum koma at arbeiða á ymsu verkætlanum saman við føroyingum. Tey hava sjálvi goldið ferðaseðilin og lønin er, at tey fáa ókeypis kost og uppihald í tríggjar dagar. Leygarkvøldið, tá arbeiðið er liðugt, verður veitsla fyri øllum arbeiðsfólkum í Havn, og sunnudagin fara tey flestu av landinum aftur.

Umframt at gera gøtur, útsýnisstøð o.a., verða skelti og prestar settir upp á ymsu støðunum, m.a. soleiðis, at farleiðir verða betri uppmerktar, og ferðafólk fáa kunning um hóskandi atburð á staðnum. Prestarnir verða framleiddir á Verkstaðnum Vón.

Tær 11 verkætlanirnar:

Mykines:Til tess at lætta um ferðsluna á farleiðini út í Hólm, verður gøta og nýtt útsýnisstað gjørt nærri bygdini, har fólk kunnu uppihalda sær og hyggja at fugli og náttúruni, meðan tey nærum eru í bygdini.

Gásadalur: Í Gásadali verður gamla bygdagøtan millum Gásadal og Bø sett í stand. Áðrenn tunnilin til Gásadals varð gjørdur í 2004, var tað vanligt at brúka ein dag hvørt ár at seta gøtuna í stand og rudda hana fyri smástein. Átrokandi er, at hetta arbeiði verður tikið upp aftur, soleiðis at gøtan gerst tryggari at ganga eftir. Eisini verða skelti og prestar settir upp.

Miðvágur (Trælanípa):Í Miðvági verður gøtan út í Nípu sett í stand. Eisini verður gøtan niðan á Trælanípu uppmerkt, og arbeiði at gera sjálva grús-gøtuna verður sett í gongd.

Gjógv: Í Gjógv verður gøtan á Ovara Næsa, norðanfyri gjónna, sett í stand, og trappa verður bygd niðan á nógv vitjaða útssýnisstaðið.

Elduvík: Á farleiðini millum Elduvík og Oyndarfjørð verður gøtan umvæld, har tørvur er á tí, so gøtan verður tryggari at ganga á. Somuleiðis verða prestar settir niður, so tað verður týðiligari, hvar rætta farleiðin er.

Klaksvík (Klakkur):Fjallatoppurin á Klakki er nógv vitjaður, og gøtan niðan á tindin er vorðin slitin. Uppgávan verður at gera eina betri gøtu, soleiðis at framhaldandi slit verður fyribyrgt. Skelti verður eisini sett upp, har túrurin byrjar.

Kirkjubøur: Gøtan millum Tórshavn og Kirkjubø verður sett í stand, drenað og ruddað, umframt at varðar verða bygdir uppaftur og “nýggir” varðar verða tiknir niður. Eisini verða nýggj skelti sett upp í báðum endum av farleiðini.

Nólsoy: Gøtan út á Borðina er nógv vitjað og er vorðin slitin í støðum. Bøtt verður um gøtuna í byrjanini av farleiðini. Skelti og prestar verða settir upp, soleiðis at tað verður greitt, hvar rætta farleiðin er.

Dalur – Skarvanes:Á Sandoynni verður gamla bygdagøtan millum Dal og Skarvanes sett í stand. Nýtt portur verður sett upp, og “trappa” verður bygd uppum girðingar. Somuleiðis verða skelti og prestar settir upp á farleiðini. Harafturat eru tvinnar smærri verkætlanir, onnur til útsýnisstaðið við Søltuvík og hin til útssýnisstaðið við Líraberg, har skelti og prestar verða sett upp.

Tvøroyri (Hvannhagi):Hvannhagi er væl vitjað stað í Suðuroy. Her verður gøtan merkt við prestum, skelti verður sett upp og bøtt verður um gøtuna í støðum. Somuleiðis verður portur og grótgarður settur í stand. (ein-dags verkætlan: fríggjadag)

Vágur (Eggjarnar): Túrurin niðan á Eggjarnar í Vági er væl umtóktur. Her verður nýggjur útssýnisstaður bygdur, soleiðis at tað verður gott og trygt at njóta útsýnið har uppi. (ein-dags verkætlan: leygardag)

Myndir: Visit Faroe Islands