Í løtuni er bara Fram á makrelveiðu

vinna09-01-2018 - 09:27 - Jóanis Nielsen

 Í løtuni er bara eitt føroyskt skip á makrelveiðu, tað er Fram, sum roynir í ES-sjógvi vestur úr Orknoyggjunum.

4 føroysk skip eru á svartkjaftaveiðu - Norðborg, Fagraberg, Norðingur og Finnur Fríði, tey royna sunnast í føroyskum sjógvi, har eru eisini tvey russisk skip og eitt norskt.