Í kvøld verður konsert á vágni

mentan08-08-2018 - 10:52 - Jóanis Nielsen

Summar Festivalurin bjóðar flótandi konsert í kvøld


Í kvøld verður upphiting til Summar Festivalin við konsert á vágni í Klaksvík. Hetta var roynt fyrstu ferð í fjør og riggaði serstakliga væl.

Hesaferð verður tað songkvinnan úr Mikladali, Ingibjørg Hansen, ið fer at syngja. Saman við henni spæla tónleikararnir Pætur við Keldu og Ólavur Jakobsen.

Framførslan verður umborð á báti, sum fer at liggja innast á vágni, og ljóðannlegg umborð syrgir fyri, at tónleikurin verður borin til lands.

Aðrir smábátar eru vælkomnir at flóta rundan um konsertbátin, og fólk eru sjálvandi eisini vælkomin at leita móti vágni at lýða á.

Konsertin á vágni í Klaksvík verður í kvøld kl 21:00.