Í klipping á Slættanesi - myndir

mentan18-10-2017 - 21:44 - Jóanis Nielsen
Sandavágsmenn hava í dag verið í klipping á Slættanesi. Dagurin eydnaðist væl, ættin var eystan, sum altíð roynist væl á Slættanesi, bæði á landi og eisini við kyrru.

Tøkan var hampuliga góð - 35 á mørkina - Seyðurin roynist avbera væl í ár, teir hada, at vektin ongantíð áður hevur verið so góð sum í ár.

Farið var av Oyrargjógv kl. 8 í morgun, teir komu í rætt á middegi og kl. 19 í kvøld komu teir aftur á Oyrargjógv.

Vit vóru við og tóku eina rúgvu av myndum.