Í gjár var 30 ára dagur hátíðarhildin í Býlingshúsinum undir Fjalli

mentan02-06-2018 - 17:26 - Jóanis Nielsen

Tórshavnar Kommuna: Í gjár var 30 ára dagur hátíðarhildin í Býlingshúsinum undir Fjalli. Annika Olsen, borgarstjóri, hevði leitað sær til hátiðarhaldið og segði nøkur orð um stovnin.


- Tá ein stovnur verður 30 ár, so kann tíðin tykjast stutt fyri tann, sum at kalla hevur verið við allan vegin. Men 30 ár er ómetaliga long tíð fyri tey, sum vóru børn her á stovninum tá - og í dag sjálvi eiga børn her.

- Og fyri børnini eru 30 ár heilt øgiliga leingi. Longri, enn mann kann ímynda sær. Tað var helst "í fyrretíðini", tá omma var lítil.

- Tað var tann 4. august í 1988, at latið varð upp í Býlingshúsinum undir Fjalli. Fyrsta mánaðin komu tey fyrstu børnini so líðandi inn á stovnin. Tá avtornaði vóru 22 børn í barnagarðinum og 12 børn í vøggustovuni.

- Vit plaga at siga, at vit kunnu máta popularitetin hjá einum arbeiðsgevara við at kanna, hvussu leingi fólk hava trivist á stovninum.

- Og her eru tvey starvsfólk, sum hava verið í seks ár, eitt í 11 ár, tvey í 12 ár, eitt í 19 ár og eitt í 22 ár. So her er lítil ivi um, at trivnaðurin er góður.

- Hetta er eisini ein hugnaligur stovnur, sum liggur væl fyri - og tit eru 12 starvsfólk í dag umframt leiðaran, sum taka tykkum av 52 børnum. Í dag er stovnurin eisini munandi størri í vavi, enn tá byrjað varð.

- Hetta var frá byrjan av ikki bara ein ansingarstovnur. Tað er ikki fyri einki, at tað eitur Býlingshúsið undir Fjalli. Tá varð húsið brúkt sum eitt slag av bygdarhúsi til samanhald hjá býlinginum, til veitslur o.a.

- Børnini í Býlingshúsinum undir Fjalli uppliva i dag, at tað er tykkara høvuðsmál at skapa rúm og møguleikar fyri menning, spæli og læru á stovninum og úti í náttúruni.

- Her hava børnini møguleika at mennast gjøgnum spæl og samspæl við onnur, at vera skapandi og hava loyvi at brúka hugflogið.

- Her eru vit samd við tykkum, at dagstovnar eru mentanarstovnar eins og fólkaskúlar, og her skulu okkara yngstu fáa gott í beinið.

- Sitandi býráð hevur staðfest, at øll børn eiga rætt til ein tryggan og mennandi gerandisdag, og tí vilja vit gera íløgur í børnini og geva dagsstovununum betri rúmd til námsfrøðiligt innihald, trivnað og menning. Hetta er eitt ígongdverandi arbeiði.

- Eg fari at takka tykkum fyri eitt einastandandi gott arbeiði. Eg fari at takka tykkum starvsfólkum fyri drúgva og trúfasta tænastu og ynskja tykkum bestu eydnu frameftir.

- Og so fari eg at biða Onnu Dalsgaard, leiðara, um at koma upp higar at taka ímóti eini lítlari heilsu frá Tórshavnar kommunu, segði Annika Olsen, áðrenn hon handaði Onnu Dalsgaard blómutyssi.