Í dag byrjar Summar Festivalurin

mentan10-08-2017 - 16:15 - Jóanis Nielsen

Lukas Graham lovar minniliga konsert á Vágsbøi



Í dag byrjar Summar Festivalurin av álvara. Seinastu dagarnar hevur verið hitað upp við sonevndu Summarvikuni, og klokkan 20:00 í kvøld verður fyrsta konsertin í almennu festivalskránni. Tá fer bólkurin Vincent at spæla í Tjaldinum.

Stóra navnið á Summar Festivalinum í kvøld verður heimskendi bólkurin Lukas Graham, sum fyrr í ár var í uppskoti til tríggjar Grammy heiðurslønir. Lukas Graham spældi á Summar Festivalinum í 2015, og síðani hava teir fingið veruligt altjóða gjøgnumbrot. Lukas Graham spælir á Vágsbøi kl 22:00, og bólkurin lovar eina minniliga konsert.

Í kvøld ber eisini til at hoyra Danny & The Veetos, Konni Kass, Olvheðin Jacobsen og Sámal Ravnsfjall.

Silvalandið, sum er fyri yngstu festivalgestirnar, lat upp kl 14.00 í dag. Silvaland bjóðar akivitetir, undirhald og konsertir.