Hvussu lofta vit tí, at fleiri og fleiri leita sær í hagan á súkklu

ítróttur05-11-2019 - 20:37 - Jóanis Albert Nielsen

Ikki minni enn tveir filmar um fjallasúkkling í Føroyum verða vístir fram í biografinum í Smæruni mikudagin 6. novembur kl. 19.00.

Evnið fyri framsýningina er, hvussu vit í Føroyum kunnu lofta tí, at fleiri og fleiri leita sær í hagan, og hvat vit kunnu og eiga at gera, fyri at lofta tí á burðardyggan máta. Eitt er, hvussu vit sjálvi skipa okkum, men hvussu gera vit við ferðafólk?

Fyrst sýna vit filmin sum franski fjallasúkklarin Kilian Bron stendur aftanfyri. Í summar var hann í Føroyum og filmaði saman við filmsliði sínum og við Jérome Clementz sum gesti í filminum. Filmurin er flottur og vísir súkkling í fullari ferð og gevur eina ímynd av hvat fjallasúkkling kann vera. Men hetta er eitt listarligt verk og hvussu samsvarar tað við tilgongdina hjá okkum í Føroyum?

Síðani hava vit einki minni enn eina frumsýning av einum føroyskum filmi, har fjallasúkklarin Helgi Winther Olsen tekur okkum við á ferð gjøgnum gandakendan heim. FIlmurin er djúpur og hugtakandi og vísir samleikan millum súkklara og náttúru. Evnið er varsemið og nærvera og setur mynd á hvørjar karmar tílíkar upplivingar í haganum krevja.

Báðir filmarnir eru stuttir. Kilian Bron letur siga nøkur orð um filmin áðrenn sýningina í eini upptøku til okkum, og Helgi er til staðar og sigur nøkur orð um filmin. Hetta tekur 30min tilsamans.

Har verður eitthvørt gott afturvið og tey sum hava hug eru vælkomin við oman í Mikeller at drekka eina øl aftaná.

Tiltakið er ókeypis. Viðmerkið gjarna at tit luttaka so vit hava eina hóming av hvussu nógv koma.

Fjallasúkklufelagið