Hvussu kann man koma við einum skjali sum so groft manipulerar sannleikan

Politikkur07-02-2019 - 16:50 - Jóanis Albert Nielsen

Hvussu kann man koma við einum skjali frá einum almannamálaráði sum so groft manipulerar sannleikan, tá talan er um hvat pensionistar hava eftir tá skattur og avgjøld eru trekt frá tíðarskeiðið 2015 og 2019.

Tú setur eina lækkan av KVF inn í skjalið, men tit seta einki avgjald inn sum pensionisturin má gjalda eyka í avgjøldum, tit burdu trekt hatta skjalið inn aftur í stundini ella rættað tað, og ikki latið tykkum brúkt til sovorið politiskt spinn.
Øll avgjøldini sum eru dýrari eru slett ikki tikin við, bara avgjaldið sum er bíligari, hetta er als ikki í lagi, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook.