Mynd: Hagstovan.

Hvussu er fólkatalið broytt millum bygdir og býir síðstu tíggju árini

23-09-2019 - 12:45 - Jóanis Nielsen

Eftir ein javnan lítlan fólkavøkstur árini frammanundan kom ein vend í fólkatalið í Føroyum miðskeiðis í 2009. Hetta var um tað mundi, tá ein altjóða fíggjarkreppa gjørdi um seg og eisini fekk avleiðingar fyri føroyska búskapin. Tilflytingin fór at minka og fráflytingin bara øktist. Hóast talið av eldri fólki vaks javnt og samt, so minkaði fólkatalið í Føroyum, tí enn fleiri av tí unga ættarliðnum fluttu av landinum.

Hetta vant uppá seg, so í miðlum og millum fólk fór man at tosa um "Exit Føroyar" ella "Farvæl Føroyar", og ilt var at síggja, hvussu gongdin kundi vendast. Tann stóra skeiklingin millum ung og eldri ættarlið, sum av álvara gjørdi um seg í kreppuni fyrru helvt av 1990-unum, eins og ójavnin í kynslutfallinum í fólkatalinum, tyktist bara at verðsna.

Henda gongdin helt fram til einaferð um árskiftið 2013-14. Tá kom vend í. Serliga tí at fráflytingin fór at minka, og síðani fór tilflytingin at vaksa. Longu í 2014 var tilflytingin farin upp um fráflytingina, og fólkatalið fór at vaksa.

Nú varð ikki longur tosað um "Exit Føroyar" men "Enter Føroyar" - ikki “Farvæl Føroyar” men “Vælkomin Føroyar”.

Síðani er fólkatalið bara vaksið við stórari ferð ár eftir ár.

Í hesum yvirliti lýsa vit, hvussu hetta 10-ára tíðarskeiðið við so ymiskari gongd, fólkaminkingini 2010-2014 og fólkavøkstrinum 2014-2019, hevur verið úti um landið, í ymisku landspørtunum, kommununum og ikki minst í nógvu bygdunum, teim smáu og teim stóru, teimum í miðøkjunum og teimum í útjaðaranum.

Tí eins og afturgongdin var sera ójøvn millum ymisku plássini í Føroyum - flesta staðni var afturgongdin stór, men onkustaðni merkti man onki til tess - so hevur eisini verið ógviliga misjavnt við fólkavøkstrinum: flesta staðni við stórum vøkstri, men aðrastaðni hava bygdir og landspartar onki fingið burtur úr fólkavøkstrinum og eru bara dragnaði afturúr.

Tað er hesa ymisku gongd vit vilja lýsa við hesum yvirliti yvir gongdina í bygdum og býum hesum ymisku árini 2010 til 2014 og síðani 2014-2019.

Tað kann vera serligur áhugi fyri at lýsa hesa gongdina í nærri lutum enn vit vanliga gera, tá vit mánaðarliga bara lýsa gongdina í sýslum og kommunum. Tí eisini í einstøku kommununum kann gongdin vera ógviliga misjøvn millum bygdirnar í somu kommunu.

T.d. í Klaksvíkar kommunu eru 9 bygdir í 3 oyggjum, í Runavíkar kommunu eru 14 bygdir, í Sunda kommunu 13 bygdir og í Tórshavnar kommunu 17 bygdir í 4 oyggjum, o.s.fr. Alla staðni eru stórir munir í gongdini millum bygdirnar í somu kommunu.

Í hesum yvirliti sæst hvussu fólkatalið er broytt í hvørjum høvuðsøki sær, í hvørjari kommunu og í hvørjari bygd, frá 2010 til 2014 og síðani frá 2014 til 2019.

Tað verður ov rúgvismikið at gera viðmerkingar til gongdina bygd fyri bygd, so tað verður upp til lesaran sjálvan at kunna seg um ymisku gongdina í talvunum niðanfyri. Hagtølini eru øll at finna í hagtalsgrunninum, men lesarin er eisini vælkomin at venda sær til Hagstovuna við spurningum hesum viðvíkjandi.