Nýggjastu


Hvørt húski í Sørvágs kommunu fær bókina VESTURVÒN í jólagávu

mentan12-12-2019 - 17:30 - Jóanis Nielsen

Bókin um Vesturvón

Á bygdaráðsfundi í gjárskvøldið, mikukvøldið 11. desember, var samtykt at keypa bókina um Vesturvón eftir Jan Erik Simonsen, so hvørt húski í kommununi fær eitt eintak í jólagávu.

Fólk í kommununi verða biðin um at heinta gávuna mánadagin hin 16. desember millum kl. 15-18 á kommunuskrivstovuni.

Møguleiki er at fáa bókina signeraða.

Sørvágs kommuna