Hvørjar ætlanir hevur Sirið at herða eftirlitið við ólógligum innflutningi av rúsandi evnum

Politikkur12-02-2019 - 07:58 - Jóanis Albert Nielsen

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan at herða eftirlitið við ólógligum innflutningi av rúsandi evnum?

2. Eru ætlanir um at styrkja samstarvið millum løgregluna, tollvaldið og heilsumyndugleikarnar við millum annað at fáa til vega økta játtan at fíggja fleiri hash-hundar?

Sambært tollvaldinum koma fleiri og fleiri ólóglig rúsevni til landið. Hetta sæst aftur í øktari misnýtslu og syrgiligum mannalagnum. Viðgerðarheimini boða frá tí sama; at fleiri rúsevni eru at síggja millum ung. Miðflokkurin hevur havt ítøkilig uppskot á Løgtingi um at hækka játtanina til at fíggja fleiri hash-hundar. Tað hevur ikki vunnið frama við tí undanførslu, at samgongan arbeiðir við málinum. Men arbeiði samgongunnar hevur ikki borið frukt, nú tað er staðfest, at nøgdin av rúsevnum økist. Eisini frættist millum ung, at tað er eins lætt at keypa nøkur gramm av hasji og tað er at keypa mjólk í matvøruhandlum. Tað er tankavekjandi, at samgongan situr hendur í favn, setir kikaran fyri blinda eygað og letur standa til. Ein mannalagna rakar øll í nærsamfelagnum, familju, vinir, makar, børn og foreldur. Er tað nakar, sum kann gera nakað við rúsevnatrupulleikan, er tað politiska skipanin. Tí eigur landsstýriskvinnan at greiða frá, hvørjar ætlanir eru á økinum – um nakrar yvirhøvur eru.

Bill Justinussen