Hvør byrjaði makreltilgongdina? Rættleiðing til KVF og Árna Dam

Politikkur29-11-2017 - 08:37 - Jóanis Albert Nielsen

Tilgongdin til at krevja størri makrelkvotu til Føroyar byrjaði í sambandi við, at Føroyar og Noreg á heysti í 2008 ásettu sær eina sokallaða norðurkvotu, sum mótsvar til, at ES í fleiri ár hevði ásett sær eina serstaka suðurkvotu.

Býtið av norðurkvotuni førdi til stríð ímillum Føroyar og Noreg. Orsaka av stríðnum, var ongin sínámillum fiskiveiðiavtala gjørd millum Føroyar og Noreg í desember 2008.

Hetta stríðið vardi til januar 2009, tá vit avgjørdu at býta norðurkvotuna í sama lutfalli sum táverandi býtið var ímillum Føroyar og Noreg í strandalandaavtaluni.

Aftaná hetta stríðið um býtið av norðurkvotuni, sum skapti stóra ónøgd ímillum uppisjóvarreiðaríini, var politisk avgerð tikin um, at fara undir eina tilgongd at krevja Føroyum størri part av makrelkvotuni.

Í januar í 2009 ásannaðu vit eisini, at íslendingar í tvey ár á rað høvdu fiskað stórar nøgdir av makreli tætt við føroyska markið. Í 2008 fiskaðu teir omanfyri 100 túsund tons.

At byrja við, áðrenn tað kom til skarpskeringar, tóku allir partar undir við avgerðini um at krevja størri part av makrelkvotuni.

Vit høvdu gott samstarv við vinnuna, manningarfeløgini og Reiðarafelagið, og tað var tíðliga í tilgongdini, at Viberg Sørensen, táverandi stjóri í Reiðarafelagnum segði mær, at Reiðarafelagið fór aktivt inn í arbeiði at krevja Føroyum størri part av makrelkvotuni.

Viberg Sørensen og Árni Dam, sum tá mannaðu leiðsluna í Reiðarafelagnum, gjørdu eitt gott arbeiði, og bakkaðu upp alla tíðina, eisini tá stórur partur av vinnuni og politisku skipanini fingu kaldar føtur á vári og sumri í 2010.

Tað er tí skeivt at siga, at tilgongdin at krevja størri makrelkvotu byrjaði nakra aðrastaðni enn í Fiskimálaráðnum.

Orsaka av politiskari mótstøðu, fekk eg ikki undirtøku til at lýsa kunngerð um makrelfiskiskap í 2010.

Hóast stóra mótstøðu og ivasemi í pørtum av vinnuni, eydnaðist fiskiskapurin eftir makreli í 2010 sera væl.

Aftaná tað var øll mótstøða burtur. Vinnan, øll sum hon var, legði nógv fyri, at stuðla kravinum um størri part av makrelkvotuni.

Aftaná at hava ásett Føroyum eina makrelkvotu á 150 túsund tons í 2011, fór Fólkaflokkurin úr samgonguni, og sokallaða “Makrelsamgongan” sá dagsins ljós.

Tað sum tá hendi undir “Makrelsamgonguni” legði grundarlagið undir, hvussu makrelurin varð býttur ímillum føroysku skipini árini eftir.

Tað er ongantíð so, at ikki okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, men sum heild eydnaðist alt sera væl.

Jacob Vestergaard.