Hvonn-deildin: Kyndil, VB og Stjørnan vunnu

ítróttur10-12-2017 - 20:08 - Jóanis Nielsen

 Tríggir dystir eru í dag leiktir í Hvonndeildini - StÍF og Kyndil leiktu á Skála, H71 og VB í Hoyvík og Neistin og Stjørnan í Høllini á Hálsi.

Á Skála vann Kyndil stórsigur á StÍF, Kyndil vann 18-32, Kyndil liggur nú á 2. plássi við 20 stigum fyri 12 dystir, StÍF liggur niðast við 1 stigi.

H71 og VB hittust í Hoyvíkshøllini, VB vann 22-26, VB hevur nú 20 stig fyri 13 dystir, tær liggja á 3. plássið í Hvonndeildini, H71 hevur 7 stig, tær ligja nr. 6 í Hvonndeildini.

Neistin tók ímóti Stjørnuni í Høllini á Hálsi, Stjørnan vann tann dystin við trimum málum, úrslitið gjørdist 21-24, Stjørnan hevur nú 8 stig, tær liggja nr. 5 í deildini, Neistin hevur 11 stig og liggur nr. 4 í Hvonndeildini.

10.12.2017 14.30Ítróttarhøllin á SkálaD144StÍFKyndil183202
10.12.2017 14.30HoyvíkshøllinD145H71VB222602
10.12.2017 14.30Høllin á HálsiD143NeistinStjørnan212402

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF113372439421
2Kyndil123332429120
3VB133552767920
4Neistin13299312-1311
5Stjørnan13289325-368
6H7113278323-457
7StÍF13188358-1701