Hví úr Ungt Sjálvstýri og í Huxa Fólkafloksungdómur?

Politikkur20-11-2018 - 15:50 - Jóanis Albert Nielsen

Hendan spurningin hava nógv sett mær seinastu dagarnir her á Facebook, og tað haldi eg, at eg skal svara uppá.

Fyri 3 árum síðani valdi eg sum 17 ára gamal at melda meg upp í Ungt Sjálvstýri.
Møguleikarnir vóru fleiri enn US, men valið stóð allatíð ímillum Ungt Sjálvstýri og Huxa. Tað er eingin lygn, at eg eri høgravendur og konservativur. Eg føldi, at eg kundi fremja mín politiska vilja í bæði Ungt Sjálvstýri og Huxa.

Valið fall á Ungt Sjálvstýri av teirri erligu orsøk, at har kundi eg hava mína meining og samstundis var gáttin til ávirkan inni í løgtinginum munandi lægri, tí í Fólkaflokkinum krevjast nógv fleiri stemmur fyri at verða valdur inn. Sum 17 ára gamal var tað bara málið, at koma inn í løgtingið og fáa eina ávirkan.

Nú trý ár aftaná dugi eg væl at síggja, at hetta ikki var heilt rætt hugsað. Politikkur eigur ikki at verða egoisma, men at arbeiða fyri flokkin og Føroya fólk. Í Sjálvstýri er nógv fríðari at hava sína egnu meining enn í Fólkaflokkinum, sostatt kundu mínar fáu stemmur í Sjálvstýri virkað til, at onkur annar enn eg kom inn í Løgtingið, ið var grundleggjandi ósamdur við mær politiskt.

Í Fólkaflokkinum føli eg, at fyri tað, um eg ikki verði valdur inn á Løgting, so verður onkur annar valdur inn, ið er grundleggjandi samdur við mær politiskt. Sostatt passar mín politiska meining betur til stevnuskrá fólkafloksins og fólkafloksins fólk.

Vit hava sæð alt ov nógv av tí undir hesi seinastu samgonguni, at løgtingslimir einans hugsa um seg sjálvi og sítt øki landafrøðiliga, og tað eigur og má steðga, tí annars kunnu vit tað sama fara aftur til valdømir. Hesum sjónleikinum vil eg ikki gerast ein partur av og tí valdi eg at fara upp í tann flokkin, ið eg passi best inn í.

Tað skal ikki verða flokkurin, ið tillagar seg til einstaklingar, men einstaklingar, ið tillaga seg til flokkin, og á tí økinum er Fólkaflokkurin so nógv tann sterkasti flokkurin. Eingin heild er líka grundleggjandi samd politiskt sum heildin í Fólkaflokkinum.

Eg ætli mær ikki at kjakast her á Facebook um hvat og hví, so eg fari ikki at viðmerkja meira til mítt val av flokki. Um spurningar eru verður víst til boðklivan ella á telefon, Vónandi verður hetta endastatiónin innan floksskifting frá míni síðu og eg kann verða og virka fyri Fólkaflokkin fleiri ár framyvir.

Eyðstein
Zachariasen