Hví segði Kaj Leo einki í 2013?

22-09-2018 - 15:18 - Jóanis Albert Nielsen

Nú ein ávís øsing hevur stungi seg upp í samband við drápið av 210 hvessingum í Hvalvík herfyri, serliga frá politikkarum og enntá frá einum fyrrverandi løgmanni, so kann eg ikki anna enn spyrja meg sjálvan, vita politikkarar ikki hvat gongur fyri seg. Grindalógin og grindareglugerðin er galdandi fyri grindahval, springarar og hvessing. 

Tá spurnartekin verður sett við burðardygd so kann ein spyrja seg sjálvan, hví hava eina lóg og reglugerð um man yvast í tí burðardygga. Bjarni Mikkelsen nevndi í viðtalu vit ein journalist, at um vit komu uppá 30.000 - 50.000 so kundu vit taka spurningin upp. 

Eisini kann eg upplýsa, tað eru somu mannagongdir galdandi fyri øll dráp, bæði tá talan er um grind, springarar ella hvessing. 

Hví fyrrverandi løgmaður er á gosi nú undrist eg yvir. Í august mánaða 2013, meðan hann var løgmaður, løgdu 430 springarar beinini í Hvalba. Tá var ongin á gosi. Munurin millum 2013 og í dag er at nú hava vit Sea Shepherd gangandi ímillum okkum. Hesuferð hava tey fingið onkran føroyskan netmiðil at leggja eina upptøku hjá teimum út og harvið vunnið ein stóran sigur. Føroingar eru nú deildir í tvey og politikkarar og formaðurin í grindamannafelagnum eru løtt offur og eru misnýtt í framferðini hjá Sea Shepherd. 

Sjálvur var eg til staðar í Hvalvík og tá eg av kvf seinni bleiv spurdur um upptøkurnar, sum lógu á netinum, svaraði eg sjálvandi, at hatta kundi eg als ikki góðtaka, men eg yvaðist í upptøkunum. Hevði nakar at grindamonnunum, sum vóru staddir har uppdaga hatta, so hevði hatta verið steðga beinanvegin.

Karl Johansen, sýslumaður.