Hvat nú um Trump var løgmaður Føroya?

Politikkur21-11-2018 - 12:40 - Jóanis Albert Nielsen

Kom til undirhald, provokerandi fyrilestur, bókaframløgu og pubquiz – alt í einum í Vestmanna Arbeiðarafelag hóskvøldið

Hóskvøldið kl. 19:30 skipar Javnaðarflokkurin fyri einum fjølbroyttum tiltaki í Vestmanna Arbeiðarafelag við heitinum "Um Trump var løgmaður Føroya".

Fyrst bjóðar Aksel Johannesen, løgmaður, vælkomin og svarar spurningum um førda politikkin farnu árini, og síðani hevur Sjúrður Skaale ein provokerandi og undirhaldandi fyrilestur undir heitinum "Um Trump var løgmaður Føroya."

Til endans verður Pubquiz og hugni.

Nýggj bók

Sjúrður hevur skrivað nýggja bók, sum nevnist ”Skerpikjøt”, og á tiltakinum verður henda bók eisini løgd fram.

"Skerpikjøt" er eitt savn við nøkrum av teimum ofta nógv umrøddu talum og greinum, sum Sjúrður Skaale hevur latið frá sær farnu árini. Sumt er heilt persónligt og inniligt, sumt er samfelagsligt í breiðastu merking - og sumt er reint politiskt. Sjúrður tekur eisini lesaran við handan leiktjaldið og greiðir frá umstøðunum, tá tekstirnir blivu til.

Harumframt er ein drúgvur inngangur til bókina, sum snýr seg um tað at stremba eftir at fáa politiskt vald – og um hvat tað kann gera við fólk, tá vit fáa hetta vald. Tann, sum hevur stórt vald, kann gera nógv gott. Men hann kann eisini enda við eini rotnari sál. Tað veldst um, hvussu væl hann klárar at standa ímóti maktarinnar konstantu freisting.

Bókin kostar 98 krónur.