Hvat hendir eftir 1. januar 2018, fyrispurningur til løgmann

Politikkur26-11-2017 - 16:32 - Jóanis Albert Nielsen

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur sett løgmanni Aksel V. Johannesen, fyrispurning um hvørjar avleiðingar tað fær - um fiskiflotin liggur svínabundin við kai eftir 1. Januar 2018.

1)Kann løgmaður upplýsa Løgtinginum, hvørjar avleiðingarnar verða fyri føroyska fiskivinnu, um meiriluti ikki fæst fyri ætlan landstýrismansins í fiskivinnumálum, fyri víðgongdu broytingunum í nýskipanaruppskotinum.

1)Fer løgmaður at loyva landsstýrismanninum at sýta fyri at leingja verandi skipan, og kann í ringasta føri roknast við, at fiskiflotan liggur svínabundin við kai eftir 1. januar 2018.

Viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fleiri ferðir alment gjørt greitt, at hann undir ongum umstøðum fer at leingja verandi skipan og nú rennur tímaglasið út.

Løgmaður hevur evstu ábyrgd og hevur eisini neyðuga myndugleikan at seta og loysa landsstýrisfólk úr starvi.

Fyri føroyska samfelagið fer tað at hava álvarsligar avleiðingar, um fiskiflotan verður lagdur, tí fiskimálaráðið noktar at útskriva fiskiloyvi.

Kári P. Højgaard

løgtingsmaður