Hvat hava suðuroyingar gjørt samgonguni

politikkur25-05-2017 - 09:33 - Jóanis Nielsen

Hvat hava suðuroyingar gjørt samgonguni?

Tað eru bert føgur orð, tá samgongan sigur seg hugsa um útjaðaran og Suðuroynna.
Alivinnan er í bíðustøðu. Ongin avgerð verður tikin um, hvussu alivinnan í Suðuroynni skal skipast. Ætlanin hjá undanfarnu samgongu bleiv ikki gjøgnumførd. Vit hava nú bíða í tvey ár. Meðan vit bíða, verða ongar íløgur gjørdar í alivinnuna í Suðuroynni. Tey sum arbeiða í alivinnu, vita ikki hvussu tað verður við teirra arbeiðsplássum. Hettar sær ikki út til at nerva suðringarnar, sum eru í samgonguni. Úttalilsini, teir koma við, eru tóm orð, sum ongin tekur fyri fult longur. 
So er tað ætlaði ítróttareftirskúlin í Vági. Mánadagin feldið samgongan uppskotið um at játta 1,1 millión til ítróttareftirskúla í Vági. Samgongan, mannað við fýra suðringum, harav teir tveir eru úr Vági, unti ikki stitakarunum úr Vági 1,1 millión til at byrja ítróttareftirskúla. Málið var upplagt og líka til høgrabeini. Ítróttarháskúlin er ein succes og stigtakararnir vildu víðka tilboðið við einum ítróttareftirskúla, men samgongan vildi ikki veita teimum eina hjálpandi hond. Hettar er óskiljandi. Tað hevur ikki skortað við rósandi orðum, men tá tað kemur til stykkis, er hetta bert tóm orð. Tað sóu vit mánadagin skrivar Jacob Vestergaard.