Hvar bleiv broytinginn í fráfaringaraldrinum av

politikkur21-01-2020 - 10:38 - Jóanis Nielsen

Hvar bleiv broytingin í fráfaringaraldrinum av?

Ì samgonguskjalinum hjá samgonguni stendur: Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.”

Hetta er fult í samljóði við tað, ið landsfelag pensjónistanna hevur víst á og hevur havt ynski um at fáa broytt, soleiðis, at vit fáa bannað hesum áralanga mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.Tað eigur sjálvandi at vera førleikin og ikki aldurin,ið er avgerandi fyri nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Og tí fegnast vit sjálvandi um, at tað beinleiðis kom at standa í samgonguskjalinum , at : “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.” Í hesum sambandi var tað, at eg í byrjanini av oktober mánað 2019 setti landsstýrismanninum í fíggjarmálum skrivligan fyrispurning, nær hann fór at taka stig til at fáa framt nevndu broyting– og nær stig fóru at verða tikin til at broyta tænastumannalóggávuna samsvarðandi.

17 oktober svarði landsstýrismaðurin m.a. at “Miðað verður ímóti at fremja broytingar um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skjótast”.

Harmuligt, at málið ikki er avgreitt. Tí hesa tíðina eru fleiri, sum annars kundu hugsað sær at hildið á, vorðin uppsøgd orsakað av ávísum aldursmarki.

Haldi, at avvarðandi landsstýrismaður eigur at vísa pensionistum ta virðing sum skjótast at fáa málið avgreitt, soleiðis, at tað verður førleikin og ikki aldurin, ið skal gera av, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

Eiði, tann 20.januar 2020

Tordur J. Niclasen