Hvalbiartunnulin aftaná borgarafundin

Politikkur12-03-2019 - 17:34 - Jóanis Albert Nielsen

Vit mugu bara staðfesta, at spariloysnin hjá Landsverk verður gjøgnumførd. Ein ætlan, ið Landsverk einsamalt eigur, við góðkenning frá Samferðslumálaráðnum. Lokal vitan er ikki eftirspurd, og tí ikki brúkt.
Hvalbiar kommuna legði eitt uppskot fram í 2010. Hetta uppskot líkist rættuliga nógv okkara uppskoti. Hetta uppskot hevur verið Landsverki kunnugt í 9 ár, men kanning er ongin gjørd. Men, hví brúka tíð og orku at kanna nakað, sum álikavæl ikki verður gjøgnumført. Hvalbiar kommuna hevur ikki verið tikin fyri fult í hesum sambandi.
Agenda hjá Landsverk hevur alla tíðina verið at gera tunnulin eftir sínum egna høvdi. Orsøkina siga teir verða, at borgarans peningur má brúkast rætt. Og góðtaka suðuroyingar ikki hetta, so verður tunnulin Norður um Fjall gjørdur fyrst, og so mugu hvalbingar bíða 2 – 4 ár. Kanska verður tunnulin slett ikki gjørdur.
Okur lokalu sakna dialogin. Ongin dialogur hevur verið yvirhøvur. Kanksa hevði tað verði vert at tosa meiri um hesar báðar møguleikar:
1. Tryggastu og bestu loysnina
2. Uppskotið hjá Landsverk, ið eisini er tann bíliga loysnin
At tosa við lokalt kent fólk, átti at havt áhuga hjá teimum, sum eru púra ókend við økið. Men tað hevði ongan áhuga.
Verður nú valt at fylgja 2, ja, so er ikki meiri at gera, og okkara lutur er liðugur. Okur gjørdu eina roynd at ávirka valdshavararnar, um at lata vit og skil ráða, og náddu ikki okkara máli.
Viðlagt síggja tit myndir, har ið okur kundu hugsa okkum, at Suðuroyartunnulin kann koma upp, hetta í mun til munnan í alternativa Hvalbiartunnlinum ( 500 m. millum munnarnar).
Men kanska skulu okur bara gevast við hesi umrøðu nú, tá ein og hvør broyting verður møtt við eini hóttan um, at so verður tunnulin norður um Fjall tikin framum. Tað er hugstoytt, at óttin fyri at missa tað man hevur, skal verða so stórur, at lokali myndugleikin mælir til at góðtaka tað man fær.
So okur vilja bara viðmæla landsstýrimanninum, at hann fremur hesa verkætlan. Okur vilja ikki verða við at skapa ótta í fólkinum fyri, at tunnulin verður útsettur ella tað ið verri er. Føroyskur politikkur er, sambært bygdarráðsformanninum, sum ein verðurhani. Og tað taka okur til eftirtektar.
Okur vilja til seinast takka fyri tann óvæntaða stóra stuðul, okur hava fingið. Túsund takk til allar teir suðuroyingar, sum stuðlaðu. Og eisini stóra tøkk til tann óvæntaða stóra stuðul, okur hava fingið frá norðoyingum. Hetta var ikki nakað, ið okur høvdu væntað. Takk fyri!

Róin Schrøter