Hvalbiar kommuna við í ABC fyri sálarliga heilsu

20-01-2021 - 07:50 - Jóanis Albert Nielsen

Vit í Fólkaheilsuráðnum eru sera glað fyri, at tey eru komin uppí verkætlanina. Tess fleiri samstarvsfelagar vit eru, tess fleiri ymiskum málbólkum kunnu vit røkka.

Fólkaheilsuráðið hevur seinastu 4-5 árini arbeitt við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Gjøgnum hesa tíðina hava vit fingið samstørv í lag við størri og minni kommunur, stovnar og feløg kring landið. Hetta hevur verið ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at fremja sálarligu heilsuna í Føroyum, tí ymisku samstarvsfelagarnir røkka út til ymiskar borgarar í landinum.

Nýggjasti samstarvsfelagin í ABC fyri sálarliga heilsu er Hvalbiar kommuna. Í november 2020 avgjørdu tey at gerast partur av verkætlanini. Vit í Fólkaheilsuráðnum eru sera glað fyri, at tey eru komin uppí verkætlanina. Tess fleiri samstarvsfelagar vit eru, tess fleiri ymiskum málbólkum kunnu vit røkka.

Vit meta, at tað er ein fyrimunur, at kommunurnar eru ymiskar í stødd og eru frá bæði miðstaðarøkinum og suður og norður partinum av Føroyum. Á henda hátt fáa vit vitan um og innlit í, hvussu verkætlanin kann setast í verk á ymiskan hátt kring landið.

Hvalbiar kommuna sigur í tíðindaskrivi sínum, at tey skipa fyri fleiri tiltøkum árliga, sum verða ein liður í ABC fyri sálarliga heilsu. Eitt nú ruddingardagar, felags morgunmatur og ymisk tiltøk fyri fólk í øllum aldri. Um avgerðina at gerast partur av ABC fyri sálarlig heilsu sigur Hvalbiar kommuna soleiðis:

”Hvalbiar kommuna hevur valt at vera við í ABC verkætlanini, fyri at geva borgarunum betri karmar fyri íblástri og menning og fyri at savna borgarar í allari sóknini til tiltøk, har ein kann hugsavna seg og vera virkin saman.”

22 samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu

Sostatt eru í løtuni 22 samstarvsfelagar partur av ABC fyri sálarliga heilsu. Samstarvsfelagarnir eru Hvalbiar-, Tvøroyrar-, Vágs-, Klaksvíkar-, Sunda- og Tórshavnar kommuna, ÍSF, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Javni, Brúgvin, Kommunufelagið, Sinnisbati, Psykiatriski depilin, Almannaverkið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelagið, SSP, Gigni, Lívdin, Frælsi og Parasport Føroyar.

Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu

ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi verkætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Verkætlanin hevur tríggjar einfaldar, ítøkiligar og jaligar boðskapir, sum vit kunnu taka til okkum fyri at styrkja okkara sálarligu heilsu:

VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.

VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av. Ver saman snýr seg um kensluna av at hoyra til.

VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga, sum gevur meining fyri teg. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp t.d. eini ommu ella vini við onkrum.