Húsvognur og bilur fuku í Kollfjarðadali - myndir

vinna19-05-2018 - 16:42 - Jóanis Nielsen

 Fyri løtu síðan tók ein hvirla ein húsvogn og bilin sum húsvognurin var fastur í, óhappið hendi beint við brúnnað í Kollfjarðadali.

Húsvognurin liggur tvørur á vegnum og bilurin er farin hálvur út av vegnum.

Løgreglan er júst nú komin á staðið, sum skilst varð tíbetur eingin fólkaskaði av óhappinum.

Vit hava fingið myndirnar sendandi.